Nik & Jay

Leygarkvøldið vóru tveir av kendastu donsku rapparunum á pallinum í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað vóru fyrst og fremst ungfólk, sum vóru á konsertini, og tey fingu millum annað tey bæði stóru hittini hjá Nik & Jay

Farna vikuskiftið vitjaði eitt tað heitasta navnið í donskum tónleiki her í Føroyum.
Talan var um teir ungu rappararnar Nik & Jay, sum eftir ongari tíð vunnu seg fram í Danmark, og í dag eru langt frammanfyri øll hini, tá ið tað snýr seg um popputan rapptónleik.
Nik & Jay vóru tvær ferðir á palli í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Fyrra ferðin var á dansistaðnum Club 20 fríggjakvøldið, og har var tað ein løtt útgáva av teimum, sum fólk kundu hoyra.
Leygarkvøldið løddu teir allar kanónirnar, tá teir undirhildu í ítróttarhøllini á Hálsi.
Eini 500 fólk vóru til konsertina, og tað vóru fyrst og fremst ungfólk, sum hildu seg framat.
Nik & Jay hava verið nógv at hoyra við sangunum Hot og Elsker Hende Mere her í Føroyum, og hesir báðir sangir vóru eisini at hoyra á konsertini leygarkvøldið.
Nik & Jay vóru alt vikuskiftið í Føroyum, og teir fingu tí hugt eitt sindur eftir landinum eisini.