Nik & Jay hava gestir við sær

Bæði Joey Moe og Jinks verða gestir á pallinum, tá ið Nik & Jay fara at spæla á Summar Festivalinum Nik & Jay verða ikki einsamallir sangarar í ferðalagnum, tá ið teir koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum í august.

 

Sangararnir Joey Moe og Jinks, sum báðir hava verið frammi í donskum tónleiki sum solistar seinnu árini, fara at undirhalda saman við Nik & Jay. Eisini verður DJ Morten Breum, sum verður roknaður sum kanska besti plátuvendarin í Danmark í løtuni, við á pallinum.

 

Nik & Jay hava havt onkra einstaka framførslu við hesum gestum í Danmark, og tær hava riggað so væl, at tað verða fleiri av hesum framførslum í summar. Ein av teimum verður so á Summar Festivalinum í august.