info
Ongi úrslit

Niklas á Líðarenda 50 ár

Sunnudagin 18. desember verður Niklas á Líðarenda í Norðragøtu 50 ár. Hann var í mong ár millum fremstu fótbóltsdómararnar í landinum.

info
16. desember 2005 kl. 11:45
Niklas er ættaður uttan av Nesi í Eysturoy. Foreldrini vóru Rikka og Jens á Líðarenda. Hon var ættað innan av Rætt á Toftum, og hann var av Líðarenda á Nesi. Jens doyði í 1995, og Rikka doyði í 2002. Tey fingu fýra børn: Jóannes, sum var føddur í 1938, búði á Líðarenda. Hann doyði í 2004. Marita Nesstein fødd í 1940 býr í Vík, Karin Fossdalsá fødd í 1941 býr á Nesi, og so er tað Niklas.

Eftir skúlaárini á Toftum sigldi Niklas trý ár við Nesbúgvanum, sum Jóhannes á Stykkinum førdi. So var hann í fýra ár í Eysturoyar Heilsølu. Hann varð avlærdur sum timburmaður hjá Halduri Vang í 1984, og eftir at hava arbeitt har eini tvey ár afturat, fór Niklas inn til Gøtu at arbeiða. Har var hann eini tíggju ár á smoltstøðini og eini fimm ár á Fiskavirkinum. Í trý ár var hann arbeiðsformaður í Wiking Seafood á Strondum, og seinasta hálvt annað árið hevur hann arbeitt hjá Aluplast í Gøtu.

Niklas giftist 3. september í 1982 við Sonju fødd Gregersen og ættað úr Norðragøtu. Tey eiga hugnaligt heim við síðuna av barnaheimi hennara. Sonja og Niklas eiga trý børn. Tey eru Poula fødd í 1977, Jan føddur í 1986 og Barbara fødd í 1990. Børnini búgva øll í Gøtu, og Niklas eigu eina abbadóttir.

Í frítíðini hevur Niklas verið aktivur í ítrótti. Hann var góður fimleikari í Støkk tann tíð tað var, og hann royndi seg sum málverja í bæði B68 og GÍ. Í 1978 fór hann at døma, og Niklas gjødist ein tann fremsti fótbóltsdómarin og helt fram at døma inntil í 2004. Hann var í seks ár altjóða dómari. Hann dømdi ein vinardyst í Reykjavík millum a-landsliðini hjá Íslandi og Kypros, og so dømdi hann fleiri U 21 landsdystir og landsdystir millum yngru landsliðini, og eisini var hann dómari í Intertoto.

Tey seinnu árini hevur Niklas verið dómarainstruktørur, og hann hevur gjørt nógv við at undirvísa á dómaraskeiðum. At menna dómararnar og harvið dømingina er eitt av hansara fremstu málum í fótbóltinum. Í 2003 varð Niklas á Líðarenda valdur til næstformann í Fótbóltssambandinum, og hann varð afturvaldur á aðalfundinum í vár.J

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

2 minuttir síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

19 minuttir síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

33 minuttir síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

53 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

2 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

4 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

5 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

5 tímar síðan