Føroyski málverjin og liðfelagarnir í TMS Tønder høvdu møguleikan at leggja seg einsamallar á odda í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, men teir tóku ikki av tá teir í dag spældu oddadyst ímóti Fredericia.
Undan dystinum høvdu bæði liðini 32 stig. Dysturin í dag endaði við einum 27-25 sigri til útiliðið, Fredericia, ið nú aftur er einsamalt oddalið í deildini. Í fyrra hálvleiki gekk stak illa í hond hjá TMS Tønder, tí tá var Fredericia á odda 16-10. Tað var betur skil á hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki, men tað rakk ikki.
Komandi sunnudag spælir TMS Tønder á útivølli ímóti Odder, ið er nummar seks í deildini.
Eirikur J. Simonsen skoraði trý mál, tá hann og liðfelagarnir í Frederikshavn á heimavølli taptu stórt 26-36 ímóti Ajax. Í steðginum var Ajax á odda 18-11.
Komandi leygardag spælir Frederikshavn á útivølli ímóti absolutta botnliðnum, Køge sum bert hevur tvey stig. Kravið til Eirik J. Simonsen og hinar í Frederikshavn er ein sigur.
Støðan (haandbold.dk) :
<sport name="handball"></sport>
(soccerstand.com) | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | 19 | 17 | 0 | 2 | 555:453 | 34 | ||
2. | 19 | 16 | 0 | 3 | 582:501 | 32 | ||
3. | 19 | 14 | 1 | 4 | 612:542 | 29 | ||
4. | 19 | 12 | 0 | 7 | 518:477 | 24 | ||
5. | 19 | 10 | 2 | 7 | 547:528 | 22 | ||
6. | 19 | 10 | 2 | 7 | 519:519 | 22 | ||
7. | 19 | 9 | 1 | 9 | 551:535 | 19 | ||
8. | 19 | 8 | 2 | 9 | 541:543 | 18 | ||
9. | 19 | 8 | 0 | 11 | 493:521 | 16 | ||
10. | 19 | 7 | 1 | 11 | 430:473 | 15 | ||
11. | 19 | 6 | 1 | 12 | 510:538 | 13 | ||
12. | 19 | 4 | 2 | 13 | 506:584 | 10 | ||
13. | 19 | 4 | 2 | 13 | 495:530 | 10 | ||
14. | 19 | 1 | 0 | 18 | 462:577 | 2 |