Enn ein føroyingur hevur gjørt avtalu við felag í donsku fyrstu deild.
Talan er um Niklas Simonsen úr Kvívík. Málverjin hevur áður spælt við VÍF og seinastu árini við aðrudeildar liðnum hjá Danmarksmeistarunum úr Skjern.
Tønder spældi í fremstu deildini í fjør, men endaði á aftasta plássi og flutti niður. Tí misti felagið nakrar leikarar, og søknaðist eftir nýggjum málverja. Eftir væl eydnaða royndarvenjing kundi kvíkingurin síðani skriva sáttmála við felagið fyri tvey kappingarár.
Niklas Simonsen gleðir seg at royna seg í donsku 1. deild.
- Tað er heilt avgjørt eitt eitt fet uppeftir. Bæði venjingar og dystir verða á einum heilt nýggjum støði sigur nýggi Tønderleikarin, og greiðir frá um vónirnar til spælitíð:
- Tað kemur alt ann uppá hvussu væl eg venji, sigur Niklas Simonsen, ið skal kappast við verandi málverjan, Christian Trans, um spælitíðina.
Vónin hjá kvívíkinginum er at menna seg í Tønder. Hann hevur vant við landsliðnum fram ímóti landsdystunum í heyst.
- Við tí at eg vónandi fari at menna meg í Tønder, fer tað helst at gera okkurt tá eg skal venja við landsliðnum. Men landsliðsplássið er tengt av hvussu eg standi meg til landsliðsvenjingarnar, sigur málverjin.
Hóast Tønder hevði eitt vónbrótandi kappingarár, ið endaði við niðurflyting, eru vónirnar til komandi kappingarár góðar. Liðið sigur seg royna eftir einum av teimum trimum ovastu plássunum, ið geva uppflytingardystir.
Kvívíkingurin legst afturat trimum øðrum føroyingum í næstfremstu donsku deildini. Fyrr í dag kunngjørdi Eirikur Simonsen eisini at hann hevði gjørt avtalu við felag í deildini.
Les eisini: Eirikur Simonsen skal spæla í donsku 1. deild