Nilfisk eru 4 mans, sum allir eru undir 20 ár. Teir byrjaðu at spæla saman í 2003 og eru teir serliga kendir fyri at teir hava hitað upp fyri heimskenda bólkin Foo Fighters, sum høvdu konsert í Íslandi fyri fáum árum síðani.
Nilfisk hevur spælt á Skarv í fjør, og tá vóru væl av íslendingum og vitjaðu Skarvin. Bólkurin hevur givið eina fløgu út og eina stakfløgu. Á Skarv siga tey, at tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at fáa íslendskar tónleikarir at spæla á Skarv við jøvnum millumbili.
Meira á: www.skarv.info