Preben G. Herskind er sjálvur mekanikari, og hann eftirhugdi súkklurnar, gjørdi onkrar umvælingar og kom við góðum ráðum.
Nimbus eru danskar motorsúkklur, sum vórðu gjørdar frá 1919 til 1959. Árið í ár er annars eitt runt ár í søguni hjá Nimbus. 90 ár eru liðin síðan framleiðslan byrjaði í 1919 við tí fyrstu Nimbus, sum fekk kelinavnið “Kakkelovnsrøret”. Hesar vórðu framleiddar til umleið 1928, tá framleiðslan av Nimbus fyribils helt uppat. Fyri 75 árum síðan, í 1934, byrjaði framleiðslan av Nimbus aftur við nýggjum modelli, sum fekk kelinavnið “Humlebien”. Hendan varð gjørd í 25 ár - til 1959. Sostatt eru 50 ár liðin síðan framleiðslan av Nimbus endaliga helt uppat.
Nimbus vórðu nógv brúktar av danska herinum, politinum og postverkinum. Í dag eru umleið 4.500 Nimbus motorsúkklur í Danmark. Í Føroyum verður roknað við, at umleið 20 Nimbus eru kring um í landinum. Nimbus vórðu gjørdar á somu verksmiðju, sum framleiddi teir kendu Nilfisk dustsúgvararnar. Í dag er tað Nilfisk-Advance A/S, sum framleiðis Nilfisk.
Heimasíðan hjá PHs Nimbus Service er: www.nimbus-service.dk