Nimbus Tópus & Ragnar Finsson í Tøting

Leygarkvøldið 24. februar Klokkan 20.30 verður konsert í Tøting

Atgongumerki á 150 krónur fáast við dyrnar. Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót.

Tey ið eru 18 ár og yngri, og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd.

 

Nimbus Tópus 

Áhoyrarar kunnu gleða seg at hoyra Nimbus Tópus í Tøting, tey fara á pall leygarkvøldið 24. februar.

 

Bólkurin framførir nýtt tilfar.

 

Við frontdamuni Onnu Sofíu Skoradal og sjeikabólkinum, mannaður av Jákup Tórgarð, Oliver Stryhn Tollundgaard og Magnus Christensen, verða tit í tryggum hondum og garanteraði eina góða uppliving

 

Nimbus Tópus bleiv veruliga ein partur av tí føroyska tónleikapallinum undir Sement 2023, tá tey gjørdust nummar tvey í harðari kapping. Ein av dómarunum í kappingini helt fyri, at hetta var besta konsertin á Sement nakrantíð - og bólkurin er bara blivin skarpari síðani.

 

Bólkurin:

 

Vokal: Anna Sofía Skoradal

Keys/klaver: Jákup Tórgarð

Bass: Oliver Stryhn Tollundgaard

Trummir: Magnus Christensen

 

Ragnar Finsson

Eins og Nimbus Tópus og nógvir aðrir ungir føroyskir tónleikarar, gjørdi Ragnar Finsson vart við seg á tónleikakappingini Sement, har hann í 2016 vann kappingina, tá við bólkinum Bluesette.

Yvirskriftin ið stóð eftir var hendan; ”Fangandi, fullførdur og væl samanspældur tónleikur,” vóru nøkur av rósandi orðunum til tónleikabólkin Bluesette.

 

Ragnar var tó longu áðrenn, eitt væl kent navn sum tónleikari í Føroyum, frá fleiri ymiskum verkætlanum, bæði sum solistur og við ymiskum bólkum.

 

Tað eru tó longu 8 ár síðani, at Bluesette vunnu Sement, og síðani tá er nógv vatn runni í ánna, og hevur Ragnar ment og víðka seg nógv. Bæði við at nema sær tónleikaliga útbúgving í Svøríki og hann hevur luttikið í fleiri nýggjum tónleikaligum verkætlanum seinastu árini.

 

Ragnar Finsson verður at hoyra sum solistur í Tøting, hetta leygarkvøldið í februar.