Hollendski álopsspælarin Ruud van Nistelrooy er tiltikin málskjútti, og nú hevur hann prógv fyri, at hann dugir betur enn teir flestu at gera mál. Nistelrooy er fyrsti spælari, sum verður toppskjútti í trimum av teimum stóru europeisku fótbóltskappingunum. Nistelrooy var toppskjútti í Hollandi í 1999 og 2000, og tá ið hann fór til Onglands at spæla, gjørdist hann eisini toppskjútti har. Nú er hann júst blivin toppskjútti í sponsku kappingini.