Njál heiðraður fyri sítt arbeiði

Njál Mackay Djurhuus hevur fingið heiðursbræv fyri at hava arbeitt fyri tey veikastu

Á lítlari samkomu í morgun handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Njál Mackay Djurhuus heiðursbræv fyri vælútint verk, teimum veikastu at gagni.

 

Í grundgevingini stendur, at sterkast í minninum hjá teimum flestu stendur Njál Mackay Djurhuus sum klára røddin við tí einfalda boðskapinum, sum í fleiri enn fimti ár ólavsøkukvøldini við stórari áhoyrarafjøld skar seg gjøgnum levint og róm á Vaglinum.

 

Víðari verður sagt, at fá hava útint tað, sum Njál og konan Erna lítillátin og eyðmjúk hava megnað. Tey halgaðu lívið til Frelsunarherin og virkaðu mesta av teirra virkna lívi fyri Fyrlyset í Urtegata í Oslo í arbeiði fyri heimleys, drykkjufólk og narkomanar.

 

Fyri virki teirra vórðu tey heiðrað við gullheiðursløn Harald kongs. Bøkur eru skrivaðar um tey á norskum og føroyskum. Í Havnini er Frelsunarherurin framvegis ein virkin partur av trúar- og mentanarlívinum og virkin í ólavsøkuni.

 

Í heiðursbrævinum verður nevnt, at Njál er ímyndin av verja teirra veiku. Hann hevur livað sína trúgv millum fólk á lívsins skuggasíðu. Við súpan, einum breyðbita, klædnavaski og hita, tí góða orðinum og umsorgan í yvirmát, hava Njál og Erna veitt teimum allarveikastu linna og troyst í neyðini. Erna andaðist í 2016.

 

Njál takkaði fyri heiðurin og gleðir seg til enn einaferð at luttaka í í ólavsøkuhaldinum hjá Frelsunarherinum.

 

(Kelda: Tórshavnar kommuna)