Føroyska U19 landsliðið tapti griett fyri svenska U17 landsliðnum í triðja og seinasta dystinum í bólkaspælinum í U17 NM kappingini Úrslitið gjørdist eitt 4-0 tap.
Svøríki gjørdi skjótt av og longu aftaná 24 minuttir var støðan 3-0 til Svøríki, sum vinnur bólk B við fullum stigatali og skal møta Onglandi í finaluni leygardagin. Tað eydnaðist Jón Áka Jacobsen at minka um munin fyri Føroyar, tá hann sendi hornaspark beinlieðis í mál. Nógvi vindurin gjørdi tað ikki lætt at spæla, men sigurin var fult uppiborðin
Svøríki Føroyar U19 4-1
1-0 Anton Jønsson Saletros, 15.min
2-0 Christer Lipovac, 20.min
3-0 Christer Lipovac, 24.min
4-0 Isak Ssewankambo, 43.min (br)
4-1 Jón Áki Jacobsen, 78.min
80+3.min Dómarin bríkslar fyri seinastu ferð.
80.min Dómarin leggur 3 minuttir afturat
79.min Føroysk útskifting. Út fer Teitur J. Olsen og inn kmeur Karl Martin Danielsen
78.min 4-1 Mááállll: Jón Áki Jacobsen minkar um munin við beinleiðis hornasparki
76.min Føroysk útskifting. Út fer Hendrik á Fríðriksmørk og inn kemur Jákup S. Olsen
72.min Føroyar skifta aftur út. Út fer Tórur Justesen og inn kemur Andrias H. Eriksen
69.min Tað er lítið lív í dystinum nú
63.min Hørður Askham skjýtur brotsspark uppum
60.min Føroyar ger tvær útskiftingar. Rói av Fløtum og Rasmus Dan Sørensen fara út og inn koma Petur Andreasen og Jón Kári Jacobsen
52.min Svøríki hevur tamarhald á dystinum
43.minMáááálllll 4-0 Brotsspark til Svøríki, sum Isak Ssewankambo umsetti til mál
42.min Føroyar hevur skift út í hálvleikinum. Út er farin Magnus Egilsson og inn er komin Marcus Bruun Rasmussen.
Hálvleikur: Støðan sigur í nógvar mátar søguna um fyrra hálvleik. Svøríki er omaná og eru tryggir á bóltinum, meðan okkara sjáldan fáa spælt nakað serligt saman, og enda tí við at missa bóltin fyri tað mesta. Støðan er sum so heldur ikki misvísandi. Svøríki er eitt sterkt lið, sum avgjørt kann vinna á Onglandi í finaluni.
40.min Dómarin bríkslar fyri hálvleiki
33.min Føroyingar royna at ota seg móti svenska málinum, men tað blívur bara við líka við og næstan
24.min3-0 Máááállll: Føroyska liðið missur bóltin í uppspælinum og Svøríki ger skjótt av. Aftur er tað Christer Lipovac, sum skorar
20.min2-0 Máááálllll: Júst sum Føroyar hava rakt tvørstongina, so fer Svøríki í mótálop og økir til 2-0.Málskorari er Christer Lipovac
16.min Rasmus Dan Sørensen fær gult kort fyri harða takling
15.min1-0 Máááállll: Anton Jønsson Saletros leggur Svøríki á odda eftir gott uppspæl í høgru
13.min Okkara málmaður kemur skeift út, men verjan fær ruddað vekk
11.min Svenski málmaðurin bjargar lættliga frísparksroynd frá Magnusi Egilsson
6.min Tað er framvegis nógvur vindur í Gundadali og Føroyar hevur vindin undan í fyrra hálvleiki
Undan dystinum: U19 landsliðið er uttan Poul Ingason og Ragnar Tausen, sum hava fingið frí, tí teir skulu spæla við TB leygardagin.
Føroyar: 4-3-2-1
Niklas Thomsen - Teitur J. Olsen, Poul N. Mikkelsen, , Sonni R. Nattestad, Allan J. Hansen - Magnus Egilsson, Tórur Justesen, Hørður Askham - Rói av Fløtum, Hendrik á Fríðriksmørk - Rasmus Dan Sørensen
Á bonkinum:
Jákup Højgaard, Karl Martin Danielsen, Jón Áki Jacobsen, Andrias H. Eriksen, Marcus Bruun Rasmussen, Jákup S. Olsen og Petur Andreasen.
Bólkur B:
1. Svøríki 6 stig
2. Danmark 3 stig
3. Føroyar U19 3 stig
4. Ísland 3 stig
Svøríki Føroyar U19 (Gundadalur, 18:00)
Danmark Ísland (Gundadalur, 18:00)