Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
Liðið hjá Noah Mneney og Rógva Baldvinsson, Bryne spældi á útivølli móti Sogndal.
Venjarin skifti Noah og Rógva inn frá byrjanini av seinna hálvleiki. Tá var Sogndal á odda 2-0.
Tá 76 minuttir vóru leiktir minkaði Noah um munin til 1-2 aftaná upplegg frá Andreas Dybevik. Talan er um fyrsta málið hjá Noah í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Abel Stensrud til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. So tað gekk framúr tá báðir føroyingarnir komu á vøllin fyri Bryne.
Bryne hevur fimm stig aftaná fýra tey fyrstu umførini. Komandi mikudag klokkan 17 verður føroyingauppgerð í Bryne. Tá tekur Bryne móti Fredrikstad, ið hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara. Í hópinum hjá Fredrikstad eru Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen.
Tað gongur illa í hond hjá Meinhardi E. Olsen og liðfeløgunum í Mjøndalen.
Mjøndalen tapti í dag á heimavølli 1-3 fyri Kristiansund.
Mjøndalen fekk annars eina góða byrjan upp á dystin. Kristian Lien legði Mjøndalen á odda tá 16 minuttir vóru leiktir av dystinum. Eitt korter seinni javnaði Kristiansund til 1-1. Seks minuttir undan steðginum legði Kristiansund seg á odda 2-1, og tá 18 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki øktu teir til 3-1, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
Meinhard spældi allan dystin fyri Mjøndalen.
Mjøndalen er aftast í deildini við bert einum stigi fyri fýra dystir. Komandi mikudag spælir Mjøndalen móti Jerv á útivølli.