Nobelvinnari til Føroya

Ein av fremstu vís­ind­a­monn­u­num í heiminum, Nob­el-vinnarin sum er pápi arv­a­strongin, Jam­es Watson, kem­ur til Føroya á FarGen-ráð­stevnu í september.

Í ár eru 60 ár liðin, síð­­an James Watson og Fran­cis Crick gjørd­ust vís­inda­­lig­­ar heims­tjørn­ur við at finna fram skapið á DNA-strong­­­i­num. Hetta var byrj­an­in til ta ótrúliga vís­­ind­­a­liga fram­stig, heim­urin hev­ur sæð á he­s­um øki, og sum verður há­tíð­ar­hildið kring heimin í ár.

James Watson og Francis Crick fingu heiðursløn Nob­els í 1962 fyri slóðbrótandi av­rik­ið, og James Watson hev­ur øll árini verið ein drív­megi á vísindaliga heims­pallinum, m.a. sum ein av høvuðspersónunum í Hum­an Genome Project, sum endaliga kortlegði arva­strong­in. Hetta arbeiðið var lið­ugt í 2003.

Watson hevur í fleiri ár víst føroysku FarGen-verk­ætl­a­nini áhuga og verður ein av høvuðsrøðarunum á al­­tjóða ráð­stevn­uni FarGen Summ­­it 2013, sum ver­ð­­ur á Ho­t­el Før­­oy­um 19. og 20. sep­tem­ber. Eisini har verður há­tíð­ar­hald­­ið, at 60 ár eru lið­in, síðan arv­a­strong­ur­in varð upp­­dag­að­ur.

FarGen-verk­ætl­an­in varð sett í verk 2008. Hug­­skotið við henni er at kort­leggja ílegurnar hjá øll­um før­oyi­ngum, so skapt kann verða betri viðgerð og fyribyrging í føroyska heils­u­verkinum.
Føroysku úrslitini kunnu gerast sera áhugaverd mill­um altjóða granskarar, eins og vitjanin hjá Watson ber boð um.