Nøkur góð ráð sum kunnu forða fyri rúsdrekkakoyring

Jólaborðhaldini eru byrjað og tí er vert at minna á, at vit øll kunnu fyribyrgja rúskoyring, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd

Novembur er farin at halla og áðrenn vit vita av, eru vit í desembur við øllum tí, sum tað førir við sær av jólahugna og veitslulag.

 

Tí fer Ráðið fyri Ferðslutrygd, saman við Betri Trygging og Trygd, undir eina herferð ímóti rúsdrekkakoyring og rúsevnakoyring. Tað er tað, tey kalla rúskoyring. Tað gera tey við lýsingum ímóti rúskoyring, men í hesum sambandi fer løgreglan eisini, restina av árinum, at gera serliga nógv burtur úr at kanna um bilførarar eru edrúir.

 

Skulu vit forða fyri rúskoyring, hevur tað avgerðandi týdning, at vit hjálpa hvørjum øðrum at koma trygt heim, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd-

 

Ein máti at gera tað upp á, er, at vinfólk koyra hvønn anna. Tað merkir, at eru nøkur vinfólk í býnum, og ein er heima, ringja tey, sum eru í býnum, til tann, sum er heima, sum síðani fer av húsum at koyra hini - og tað ger ikki mun, hvat klokkan er.

 

Ráðið Fyri Ferðslutrygd sigur, at hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu árini. Serliga er hugburðurin kanska broyttur eftir at promillumarkið varð sett niður úr 0,8 til 0,2.

 

Men eisini sum heild hugsa fólk meiri um ferðslutrygd og heili 98 prosent av føroyingum siga sostatt at tey ongantíð koyra ímeðan tey eru rúsað.

 

Hinvegin eru tað bara 79,6 prosent, sum siga, at sum heild verður rúskoyring ikki góðtikin. Til samanberingar var hetta talið 85,5 prosent í 2020 og 87,3 prosent í 2019.

 

Samstundis vita vit frá kanningum úr øðrum norðurlondum, at rúskoyring er orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni.

 

Tí heitir Ráðið Ferðslutrygd á øll um at gera sítt til at steðga rúskoyring, og her eru nøkur góð ráð:

 

– Áðrenn tit fara í býrin skulu tit avtala hvør koyrir heim.

 

– Hugsa um leskiligar alkoholfríar drykkir til tey, sum skulu koyra heim.

 

– Tak ein hýruvogn, tak bussin, ella far til gongu til hús.

 

– Tala at, um tú varnast at onkur ætlar sær í bilin, eftir at hava drukkið.

 

– Men fer hann, ella hon, kortini í bilin, eigur tú at ringja til løgregluna á nummar 351448.