Nøkur ísfiskaskip farin til fiskiskap

Væntandi er, at fleiri ísfiskatrolarar fara útaftur teir næstu dagarnar.

Í dag eru trý partrolarapør til fiskiskap, og helst fer okkurt parið aftrat út næstu dagarnar.

 

- Øll skipini eru nýliga byrjað túr. Tí er eisini ivasamt, um nakað av skipunum landar í næstu viku. 

 

Báðir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju.

 

Í dag eru eisini fýra trolbátar til fiskiskap. Allir eru eystan fyri og fiska havtasku.

 

- Helst fer onkur aftrat út um vikuskiftið, verður lagt aftra.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at eitt garnaskip fiskar svartkalva, men teir hava smáligan fiskiskap.

 

- Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap.

 

Lagt verður aftrat, at bæði garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.