Nøkur línuskip í Eysturgrønlandi

Streymurin verður góður hesa vikuna, og veðrið verður gott, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er vánaligur.

 

 

Eitt ísfiskalínuskip er á veg til Eysturgrønlands, og tvey smærri ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum.

 

- Av ísfiskalínuskipunum, sum eru undir Føroyum, er annað á Føroyabanka, og hitt er vestanfyri. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey av ísfiskalínuskipunum landa í vikuni, men tað triðja landar ikki hesa vikuna.

 

Trý av frystilínuskipunum fiska undir Føroyum, eitt er í Eysturgrønlandi, og eitt annað er ávegis til Eysturgrønlands. 

 

Streymurin verður góður hesa vikuna, og veðrið verður gott.

 

- Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er vánaligur, verður lagt aftrat.