Í løtuni eru trý størri og eitt minni ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni.
- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu og longu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Væntandi loysa onnur ísfiskalínuskip, sum dagarnir ganga.
Í løtuni fiska sjey frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og eitt er undir Føroyum.
- Streymurin er harður, men veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri, verður lagt aftrat.