Noel Fidel

HIMNOS DEL CIELO. Fyri fyrstu ferð er ein jólafløga spæld inn á Kuba. Hóast teksturin er spanskur, eru útgevararnir norðmenn

 

Birgir Kruse

?Kom heim til mín á jólum? ella á spanskum ?Ven a mi casa esta navidad?. Soleiðis rópast fyrsta jólafløga, sum gjørd er á Kuba. Tað er Katja Cardenal, sum syngur spansku jólasangirnar, sum festir vórðu á band í Studio Abdala í hitanum í kubanska høvuðstaðnum Havanna í summar.

Katja er ættað úr Nikaragua, men býr í Noregi. Har hevur hon fingið plátufelagið Kirkelig Kulturverksted áhugað í ætlanini, sum Erik Hillestad hevur skipað fyri. Nú er fløgan við spansku jólasangunum í sølubúðunum.

Norska plátufelagið Kirkelig Kulturverksted hoyrir til bókaforlagið Aschehough og hevur í mong ár gjørt vart við seg innan nýskapandi tónleikaupptøkur. Millum annað hevur felagið skipað fyri upptøkum í Voskresenije kirkjuni í Moskva í oktober 1993 við einum einføldum dat-bandupptakara, har norðmenn og russar møtast í stórbarum ljóma. Og skrúvar ein hart frá, hoyrast hernaðarvagnarnir, sum snurra í gøtunum. Ein bæði skakandi og hugvekjandi løta meðan Faðirvár verður framborið á russiskum og givið út í Noregi.

Norska plátufelagið hevur eisini verið í Suðurafrika, New Orleans og Andesfjøllum, at føra saman norskar sangarar og tónleikarar við tí fremmanda og oftani eksotiska. At politikkur, mentapolitikkur, hongur uppi við er sjálvsagt. Einki er vandafullari enn tónleikur, ið hevur eina meining. Tað minti Mikael Wiehe okkum á í Norðurlandahúsinum týskvøldið.

Sama norska plátufelag hevur eisini megnað at flyta skaldskap hjá so stórum nøvnum sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Hank Williams og Kris Kristofferson í norskan búnað og geva tilfarið út á fløgu til almenningin at njóta.

Fyri stuttum skipað Kirkelig Kulturverksted fyri, at norski urguleikarin Iver Kleive og danski vísusangarin Povl Dissing møttust í Odense dómkirkju. Á skránni stóð Grundtvig og burturúr spurdist forvitnisliga fløgan ?Den Signede Dag?, har eisini gittarleikarin Knut Reiersrud er við.

Fyrr í ár, tað var á ólavsøku, gava sama plátufelag út verkið ?Rex Olavus?, har Ólavur Halgi verður heiðraður við gregorianskum kirkjusangi í Niðarós dómkirkju. Eitt rætt túsund ára hald.

Aktuella jólafløgan við Katju Cardenal er hin fyrsta loyvda upptøkan við jólatónleiki av oynni Kuba. Haðani hevur til denna dag ikki hoyrst jólasangur í advent. Jólahald og alt, ið har hoyrir til, hevur verið bannað í fleiri ára tíggju. So sigur Fidel.

Fyri kubansku tónleikararnar hevur henda summarsliga uppliving við kalligum norðbúgvum tískil verið nakað heilt serligt. Teir hava hepnast at tónseta fyrstu kubansku jólafløguna. Serliga stóran týdning hevur kubanski gittarleikarin Rey Guerra havt. Eyðkendi suðurlendski gittarleikur hansara merkir týðuliga fløguna og fær okkum at hugsa um heitaru londini. Afturvið jólaboðskapinum. Ein boðskapur, sum á okkara leiðum helst hevur verið greiðastur í atgerðini hjá Solvognen í Magasin du Nord í Keypmannahavn fyri fjórðings øld síðani.

Og so er tað myndamaðurin, aftanfyri sangarinnuni á kubansku jólafløguni. Mín sann um tað ikki er Alberto Corda. Hyggja vit at tiltiknu plakatini hjá Torbirni í mentamálastýrinum, so síggja vit, at hetta er maðurin aftanfyri kendu Che Guevara myndina. Jú, hann er frammi enn, Alberto Corda. Katju Cardenal hevur hann avmyndað framm fyri Kristus-myndina við innsiglingina til Havanna.

Úrvalið av sangum á hesi søguligu kubansku útgávu fevnir víða. Her eru teir vanligu jólasangirnir sum ?Gleðilig jól? og ?Føgur er foldin?. Og eisini ?Mary?s Boychild? og ?Eg gleðist so hvørt jólakvøld?. Men í egnari spanskari týðing. Katja Cardenal hevur sjálv umsett. ?Noche de Paz? og ?Bella es la Terra?. Og norski jólasangurin hjá Marie Wexelsen frá 1859 og sum Jákup Dahl týddi í 1931 ?Eg gleðist so hvørt jólakvøld? eitir á spanskum ?Soy tan feliz cada Navidad?. Við sálmabókini og tektsheftinum í hesi forvitnisligu útgávu í hendi, kunnu vit læra eitt vet av spanskum í advent. Millum annað at ?ljóðið av himni? á spanskum eitir ?himnos del cielo?. Og tittulsangurin á aktuellu jólafløguni er ?Ven a mi casa esta Navidad?, sum á føroyskum kundi ljóðað ?Kom heim til mín á jólum?. Og tað er serliga í hesum sangi, at ein merkir ljósa og lætta kubanska stevið og huglagið, ið helst man liggja tættari at sannari fest og veitslu, ið hoyrir jólunum til, enn okkara mangan døkku og tungu sálmum og sangum.