Tað sigur nevndin, sum skrivar álit um samsýning og eftirløn landsstýrismanna í síðsta álitinum, sum tey hava latið løgmanni í summar.
Tað var í 2014, at Løgtingið samtykti at broyta samsýning og eftirløn landsstýrismanna. Nógvur kritikkur var av serliga munagóðu pensjónini, sum landsstýrisfólk fingu. Tey fingu tænastumannapensjón, men í staðin fyri at savna sær starvstíð í 37 ár sum vanlig fólk, so kundu landsstýrisfólk upptjena sær fullan starvsaldur upp á átta ár – ein skipan, sum Løgtingið hevur gjørt til landsstýrisfólk.
In.fo hevur fyrr spurt seg fyri hjá fólkum, sum arbeiða við eftirlønum at vita, hvussu nógv ein persónur skal gjalda inn í eina eftirlønarskipan fyri at fáa 35.000 krónur um mánaðin í pensjón sum 60 ára gamal – um treytin er, at hann savnar saman í átta ár. Svarið var ikki so einfalt, men greitt var, at tú skalt gjalda eitt stað ímillum 100.000 til 125.000 krónur um mánaðin í eina slíka skipan. Og skalt tú gjalda so nógv í tína egnu pensjónsskipan hvønn mánað, so skal lønin verða rímuliga høg.
Metingar siga, at tað kostar landskassanum upp í 60 milliónir krónur í pensjónum fyri hvørt landsstýrisskeið. Hetta eru útreiðslur, sum landskassin er bundin av og skal gjalda einaferð í framtíðini.
Við broytingini frá 2014, sum kom í gildi, tá landsstýrið tók við 15. september í 2015, er hetta broytt. Nýggju landsstýrisfólkini fáa ikki tænastumannapensjón, men fáa – eins og nógv onnur fólk – 15 prosent aftur at lønini í pensjónsinngjaldi. Landskassin hevur tí ongar pensjónsútreiðslur av teimum landsstýrisfólkum, sum nú sita.
Lønin hjá løgmanni er sambært álitinum, sum nevndin lat løgmanni í summar, 79.275 krónur um mánaðin. Hjá landsstýrisfólki er mánaðarlønin 67.079 krónur
Nevndin, sum skrivar álitið til løgmann, er samd um, at tað er so stutt fráliðið, síðani skipanin varð broytt munandi eftir tilmæli frá undanfarnu nevnd, at tað ikki ber til at meta um broytingarnar til fulnar. Nevndin metir, at skipanin sum heild er munandi betri, rímiligari og meiri gjøgnumskygd enn hon var áðrenn broytingarnar. Tað verður tí bert mælt til broytingar, har mett verður, at hesar kunnu betra enn meiri um nýggju skipanina.
Samanumtikið gevur nevndin løgmanni hesi tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m.: Mælt verður til, at verandi skipan heldur fram á flestu økjum:
– Lønartalvan hjá tænastumonnum landsins eigur framvegis at nýtast sum grundarlag undir lønarsamsýningini til løgmann og landsstýrisfólk
– lønarlagið verður mett at verða hóskandi og eigur tí fyribils ikki at verða broytt
– skipanin við kostnaðarendurgjaldi eigur at halda fram, og
– nýggja eftirlønarskipanin verður mett at verða greið og skynsom og eigur tí at halda áfram
Mælt verður til hesar broytingar:
– Nærri reglur um ferðing hjá landsstýrisfólkum í embætisørindum skulu ásetast í kunngerð
– nærri reglur um samskiftisútreiðslurnar hjá landsstýrisfólkum skulu ásetast í kunngerð, og
– Øll almenn løn skal verða mótroknað í fráfaringarløn, um so er, at fráfaringarløn verður latin fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn 3 mánaðir.