Nógv dýrari at hava tað heitt inni - og at koyra bil

Tað er nógv dýrari at liva nú enn fyri einum ári síðani

Hetta seinasta árið er prístalið hækkað heili 3,4 prosent, og tað er tað mesta síðani alheims fíggjarkreppuna fyri 14 árum síðani.

 

Hagstovan sigur tað er serliga prísurin á olju og bensini, sum er farin til himmals og eftirsum tað er ein stórur partur av útreiðslunum hjá einum húski, hevur hetta stóran týdning fyri húsarhaldini.

 

##med2##

 

Eftir at prísurin á olju og bensini lækkaði nógv tað fyrsta árið við koronu, eru prísirnir aftur hækkaðir nógv og hetta síðsta árið er prísurin á brenniolju til føroysk húsarhald hækkaður heili 41 prosent. Men tað er minni enn aðrastaðni, tí í ES sum heild er prísurin hækkaður 57 prosent.

 

Prísurin á bensini og diesel til bilar, er høkkaður næstan líka nógv, ella heil 30 prosent, sum er áleið tað sama sum í ES.

 

Aðrir prísir, sum eru nógv hækkaðar, eru hotel og matstovur, og bólkurin, sum eitur flutningur, tí har eru prísirnir hækkaði yvr fýra prosent hetta seinasta árið. Men sum tað sæst á tí eini talvuni eru vit í Føroyum, hóast alt, sloppin væl, tí flestu aðrastaðni eru prísirnir hækkaðir nógv meir

 

##med3##

 

##med4##