Nógv er broytt, síðani Arsenal seinast skoraði

Eitt heldur skemtiligt yvirlit vísir, hvussu nógv er broytt, síðani Arsenal seinast skoraði móti Chelsea

Arsenal og Chelsea spældu sunnudagin málleysan 0-0 javnleik á Emirates, ið inniber, at Chelsea hevur beina kós móti enska meistaraheitinum.

 

Men sambært hagtølunum, hevur Arsenal havt stórar trupulleikar við at skora móti Chelsea í teimum seinastu nógvu dystunum.

Ikki síðani 30 januar í 2013, tá Arsenal tapti 2-1 móti Chelsea, hevur Arsenal megna at skora móti Chelsea.

 

Á myndini omanfyri ber til at síggja eina heldur skemtiliga mynd, sum 101greatgoals hevur gjørt. Myndin vísir á viðurskiftir, ið eru broytt, síðani Arsenal seinast skoraði móti Chelsea.

 

Síðani 30 januar 2013 eru dystirnir millum Arsenal og Chelsea endaðir:

 

26-04-2015: Arsenal-Chelsea 0-0 (Premier League)

05-10-2014: Chelsea-Arsenal 2-0 (Premier League)

22-03-2014: Chelsea-Arsenal 6-0 (Premier League)

23-12-2013: Arsenal-Chelsea 0-0 (Premier League)

29-10-2013: Arsenal-Chelsea 0-2 (League Cup)