Í tveimum kanningum hevur Fólkaheilsustovnurin í Noregi kannað samanhangin millum koronu-smittu, sjúkrahúsinnleggingar, delta-frábrigdið og koppingarstøðuna í Noregi.
Niðurstøðan er, at bæði fólk, sum hava fingið eina koppseting og fólk, sum hava fingið tvær, eru í lítlum vanda fyri at enda á sjúkrahúsi við covid-19.
Men, kanningarnar vísa eisini, at verjan móti delta-frábrigdinum veksur munandi við aðru koppseting.
Kanningarnar hjá norska Fólkaheilsustovninum vísa, at -
* 65 prosent av teimum, sum hava fingið tvær koppsetingar, eru ikki vorðin smittað við delta-frábrigdinum, og hetta tal er 22 prosent við fyrru koppseting.
* Vandin fyri at gerast innlagdur við covid-19 er stívliga 70 prosent minni hjá teimum, sum eru koppsett enn hjá fólki, ið ikki eru koppsett.
- Soleiðis, sum kanningar í øðrum londum vísa, vísa eisini norskar kanningar, at tveir skamtar eru neyðugir, um tú skal hava eina góða verju móti delta-frábrigdinum.
Tað sigur Geir Bukholm, virkandi stjóri í norska Fólkaheilsustovninum, í tíðindaskrivi.
Sambært Fólkaheilsustovninum vísa kanningarúrslitini, hvussu stóran týdning tað hevur, at so mong tilkomin sum gjørligt fáa tvær koppsetingar móti koronu.