Nógv ferðamannaskip til Klaksvíkar í summar

Tað eru nøkur ár síðani at ferðamannaskip byrjaðu at koma á Klaksvíkina, men síðani 2012 er verulig gongd komin á, og í ár eru tað heili 8 ferðamannaskip, ið leggja at á Norðhavnini í Klaksvík. Trý av hesum hava longu verið, og fimm koma næstu vikurnar.

Ferðamannaskipini, ið vanliga vitja í Klaksvík eru sera stór, so tá eru nógv fólk í býnum. Størsta skipið er Celebrity Eclipse, ið hevur uml. 2.900 ferðafólk og 1.200 starvsfólk umborð.

At ferðamannaskip koma til Klaksvíkar er komið í lag gjøgnum Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar Havn, ið gera eitt megnar arbeiði fyri at selja Klaksvíkina sum eitt gott stað at vitja við ferðamannaskipi. Afturat tí hevur Norðoya kunningarstova samband við ferðafólk og ferðaskrivstovur, ið ynskja at vita meira um býin og teir møguleikar, her eru. Tað er Birna Joensen, ið er samskipari á Norðoya kunningarstovu, sum hevur ábyrgd av at samskipa tað, ið hendir í býnum, tá ferðamannaskip eru inni.

- Tá skipini eru inni, eru nógvar útferðir á skránni. Fleiri túrar eru bílagdir frammanundan og tá standa bussarnir á kajuni, klárir at fara so skjótt ferðafólkini koma í land, sigur Birna.

Omaná bíløgdu útferðirnar eru bátaferðir á skránni, og bæði Christianskirkjan, Fornminnasavnið og handlarnir í býnum hava opið. Afturat hesum verða skeltir sett upp runt um alla Klaksvíkina, eins og hjálparfólk ella "ask me fólk" ganga runt, so lætt er hjá ferðafólkunum at finna runt sjálvi.

Ferðafólkini eru flest øll væl nøgd við tað, ið býurin hevur at bjóða, bæði innan matarstøð, handilslív og serliga náttúruna. Tey leggja eisini fitt av peningi eftir sær tá tey fara avstað.

- Serliga nýta tey pening til m.a. útferðir, tinganest, merkivørur, øl og mat, so hóast tað ikki altíð er nógv til hvønn einstakan, so kann tað blíva nokk so nógv tilsamans, sigur Birna, og leggur afturat at tað eru sera nógv fólk knýtt afturat Norðoya kunningarstovu, ið gera ymiskt til at ferðafólkini fáa eitt gott upplivilsi, tá tey eru í Føroyum.