Nógv fleiri fráboðanir um kynsligan ágang

Tað hevur rættiliga tikið dik á seg við fráboðanum um kynsligan ágang

Talið á fráboðanum um kynsligan ágang hevur rættiliga tikið dik á seg í seinastuni.

Tað staðfestir Gvøðbjørg West dagligur leiðari og ráðgevari í hjálparfelagsskapinum Kris.


Endamálið við Kris er at hjálpa teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi og har staðfesta tey, at í seinastuni hava tey fingið rættiliga nógv fleiri fráboðanir um kynsligan ágang, enn tey plagdu at fáa.


- Vit plagdu at fáa umleið eina fráboðan um vikuna, sigur Gvøðbjørg West.

Tað merkir, at hvørja viku hevur tað verið eitt fólk, sum hevur vent sær til Kris, tí tað hevur verið fyri kynsligum ágangi.

Men í ár hevur hetta rættiliga tikið dik á seg.

- Higartil í ár hava vit longu fingið 50 fráboðanir um kynsligan ágang, sigur hon.

 

Tað merkir, at higartil í ár eru tað 50 fólk, sum hava vent sær okkum fyrstu ferð við umbøn um hjálp tí at tey hava verið fyri kynslgum ágangi.

Hon heldur, at vøksturin er ørkymlandi og hon hevur ikki nakra beinleiðis forkláring upp á, hví støðan er, sum hon ver vorðin.

 

Tað er als ikki vist at tað er tí, at trupulleikin við kynsligum ágangi er vaksin so nógv í seinastuni.

- Eg haldi, at ein forkláring er, at fleiri og fleiri tilburðir koma undan kavi nú. Fólk tora betri at gera vart við seg og fráboðanir koma frá fólki í øllum aldri. Men talan er mest um konufólk

 

Men Kris hevur eisini gjørt rættiliga nógv burtur úr at skipa fyri tiltøkum fyri at varpa ljós á kynsligan ágang og dagligi leiðain í Kris heldur, at eisini tað ger sítt til, at fleiri og fleiri tora at biðja um hjálp.

- Á hesum tiltøkum hava tey hoyrt fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi greiða frá síni støðu.

 

- Tey hava hoyrt hesi fólkini tosa lív og vón og tey eru talandi dømi um, at tað ber til at fáa hjálp og eitt nógv betri lív, hóast ein hevur verið fyri kynsligum ágangi.

- Eg haldi, at tað eggjar nógvum til at bróta tøgnina, sigur Gvøðbjørt West.

 

Støðan, sum hevur tikið seg upp, ger, at Kris nú fer at víðka um virksemi og í næstum fær felagsskapurin eisini høli í Havn, har tey fara at hava ráðgeving og bólkasamrøður.

- Vit noyðast at økja um virksemið, tí tørvurin er vorðin so stórur, sigur hon.

Kris hevur fingið 500.000 krónur á fíggjarlógini, men fær so eisini nakað av gávum.

 

Hon nevnir, at í Danmark hava tey latið tríggjar deplar upp fyri tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.

- Í árinum frá 2013 til 2015 hevur danska stjórnin sett 62 milliónir av til hesar tríggjar deplarnar, so tað er munur á, sigur dagligi leiðarin í Kris.