Nógv fólk á bátafestival á Toftum

Ársins fyrsti bátafestivalur, sum var á Toftum í góðveðrinum í gjár, var sera vælvitjaður og væleydnaður.

- Ársins fyrsti bátafestivalur, sum var á Toftum í góðveðrinum í gjár, var sera vælvitjaður og væleydnaður.

 

Tað veit Nes kommuna í morgun.

 

Nógvir bátar vóru við í bátafylginum, sum byrjaði í Skálafirði klokkan 12.30, og við harmonikutónleiki vórðu bátafólk móttikin í Oyrahavnini á Toftum klokkan 14. 

 

Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í mentanarnevndini hjá Nes kommunu, helt talu og bjóðaði øllum vælkomin á Bátafestival á Toftum. Tá allir bátar vóru lagdir til bryggju, og bátsmanningarnar vóru komnar í land, bjóðaði Bátafelagið á Toftum øllum bátsmanningunum suppu í matarhøllini á flakavirkinum.

 

- Gjøgnum allan dagin vitjaðu nógv fólk á bátafestivalinum, umframt at umleið 100 motorsúkklur frá MC-felagnum løgdu leiðina inn á festivaløkið.

 

Nes kommuna veit at siga, at á festivaløkinum stuttleikaðu børnini sær í hoppiborgunum, á rodeotarvinum og í einum hyli var møguleiki fyri at royna súkklubátarnar. Eisini var tann vælumtókta skattaveiðan á skránni. Í festivaltjaldinum var køkutombula, kaffisøla og andlitsmáling.

 

- Til matna var møguleiki at keypa sær tann vælumtøktu festivalbúffin, eins og pysluvognurin var opin.

 

Í stórtjaldinum var ymiskt til undirhalds, har Hilmar Jan Hansen var frásøgumaður. Eitt nú sungu mennirnir í Undirhúsinum á Toftum, løgtingsmenn úr Eysturoy, Petur Hans Hansen við bólki og Tinganest. Eisini var mótasýning, sum handlarnir Navia, Insito og Shari skipaðu fyri.

 

- Bátafestivalurin endaði við stórdansi, har Hallur Joensen aftur í ár spældi til dans, sigur Nes kommuna.