Løkshøll var nærum fullsett, tá ráðstevnan á FaroExpo var.
Tað var Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, ið setti FaroExpo.
Hettar var 9. ferð, at stevnan var, og borgarstjórin var vælnøgdur við tiltakið.
Hann helt, at tað riggaði væl, og hann helt, at fyrilestrarnir vóru ógvuliga áhugaverdir.
Tað var Uni Argi, ið var orðstýrari, og hann fekk ráðstevnuna at ganga væl, sjálvt um Sjúrður Skaale gjørdist heldur drúgvur.
Ráðstevnan endaði við einum pallborði, har luttakararnir fingu høvi at seta spurningar, og har gjørdist eitt lívligt kjak.