Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin kl 8. Eftir ferðaætlanini skuldi hon seinasta túrin úr Nólsoy sunnumorgun kl 5:30, men tá vóru framvegis so nógv fólk eftir, at Ternan sigldi eykatúr, at fáa allar stevnugestirnar trygt um fjørðin. Hóast eitt sindur av trokan var á ferjuleguni út ímóti morgni, lata fyriskipararnir væl at. Fólk vóru í góðum lag, sjálvt um tey máttu bíða eina góða løtu.
Hóast talan eru eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið upp á stás. Hetta er helst tí, at fyriskipararnir og bygdafólkið hevur lagt nógv fyri, at taka ímóti stevnugestum. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent.
Hýrurin var góður í Nólsoy, veðrið var gott allan dagin og náttina við. Fólk funnu saman á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju. Fyriskipararnir vilja takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna.
##med2##
##med3##
##med4##