Nógv fólk avhoyrd í Sandoynni í gjár

Maðurin, sum varð handtikin mikudagin, er latin leysur

Alt kvøldið hjá løgregluni í gjár bleiv brúkt til at avhoyra fólk í sambandi við harðskapsmálið í Sandoynni mikudagin. Politistar úr meginøkinum vórðu send til Sandoynna, og reservapolitistar í oynni blivu eisini aktiveraðir.

 

Sum vit skilja frá løgregluni, blivu rættiliga nógv fólk avhoyrd í gjár, men avhoyringarnar eru sum skilst ikki lidnar enn.

 

– Tað tekur sína tíð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

Sum vit skilja, snýr málið seg í stuttum um, at ein maður bleiv frá sær sjálvum og var til stóran vanda fyri fólk. Maðurin bleiv handtikin mikudagin, men nú er maðurin latin leysur aftur, frætta vit frá løgregluni, og eingin er í løtuni afturhildin.