Nógv fólk deyð í jarðskjálvta í Irak og Iran

61 fólk eru deyð í jarðskjálvta á markinum millum Irak og Iran, skrivar Reuters.

Fyrstu fráboðanirnar søgdu, at nógv vóru deyð. Sjálvtin var máldur til 7,3, upplýsir amerikanska geologiska kanningarstovan USGS.

Í Iran sigur sjónvarpið, at 61 fólk eru deyð. 300 eru særd.

Jarðskjálvtin rakti eitt fjallalendi í einum landsparti nær markinum til Iran.

Í Irak eru minst fýra fólk deyð, og 50 eru særd í kurdisku økjunum. Tað sigur irakiski heilsumálaráðharrin.

Harðast rakt er býurin Darbandikhan í Irak.

Episentrið var í Halabja í Irak í ein landnyrðing úr stóra býnum al-Sulaymaniyah – bert 30 kilometrar frá markinum til grannalandið Irak.

Í minst 14 landspørtum í Iran merktist skjálvtin, skrivar tíðindastovna Ilna.

Í almanna sjónvarpinum er boða frá skaðum í átta bygdum í Iran.

– Sjálvtin merkit í nógvum iranskum landspørtum á markinum til Irak. Boðað er frá skaðum í átta bygdum. Streymurin er farin í fleiri bým, og bjargingarlið eru send at raktu økini, sigur sjónvarpið.

Á sosialum miðlum skriva fleiri irakar, at tey hava uppliva ógvusligar skjálvtar.

Fyrst var stykrin máld sambært AP máld til 7,2. Men USGS hevur síðani broytt hetta til 7,5.

Meteorologiska institutt í Irak boðar frá, at landið í dag er rakt av jarðskjálvta upp á 6,5, og at hann merkiskt um stórar partar av landinum – millum anna í høvuðsstaðnum Bagdad.

Helst er talan um sama jarðskjálvta. Men mátingin av støddin er ymisk.

Eitt tíindafólk frá fronsku tíðidastovuni AFP sigur, at ristingarnar í Bagdad vardu í áleið 20 sekund.

Á sosialu miðlum í Iran verður skriva um evakueringar í fleiri býum. Tað snýr seg millum anna um Qasr-e Shirin og Kermanshah.

/ritzau/