Nógv fólk í 100 ára føðingardegi

Í dag fyllur Betta Eið í Hvalba, 100 ár

Betta og dótturin, Jórun

Í dag, hósdagin 4. august, fyllur Betta Eið í Hvalba, 100 ár. Hon býr á Sambýlinum í Hvalba, men í dýrdarveðrinum í dag helt hon stóran føðingardag í eini fullsettari Roynhøll, við smurdum breyði, kaku, horntónleiki, kórsangi, felagssangi og røðum.

 

Nú Betta fyllir 100, er hon í einum lítlum skara, sum næstan kann teljast á aðrari hondini, segði Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, tá ið hann, vegna Føroya Landsstýri ynskti henni tillukku við degnum.

 

Grundtvig sigur, at 80 ár, er kappaaldur og Sólvit Nolsø spurdi, hvat vit skulu kalla ein, ið fyllir 100, tá ið 80 ár er kappaaldur. Hann vísti á, at sum vanligt, tók hon eina hondí heima við hús, tá ið aldurin var til tað. Og har var nokk at takast við, tí tey vóru níggju systkin, og í húsinum var telefonstøð, krambúð og sjúkrakassi, umframt at pápin stóð fyri fiskaarbeiði.

 

Sekstan ára gomul fór hon til Vágs í húspláss og har hitti hon Porkenningin, Fritz og tey giftust í 1947. Ta fyrstu tíðina búðu tey í Porkeri, men tey fluttu seinni Í Nes, har tey búsettust. Tey fingu trý børn, Marjuna, Martin og Jórun.

 

Fleiri av teimum, sum høgdu orðið, vísti á hennara sosiala og hjálpsama lyndi, og hon var virkin í kirkjuráðnum, sunnudagsskúlanum, sjómanskvinnuringinum, og øðrum sosialum arbeiði, og hon fylgdi væl við, hvussu tað gekst børnum, ommubørnum, langommubørnum og so víðari.

 

Hennara sosiala lyndi sæst aftur í, tí hon boðaði frá, at vildu onkur geva henni eina føðingardagsgávu, kundu tey lata henni eitt oyra, sum hon síðani kundi lata til eitthvørt vælgerandi endamál.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

 

 

 

 

Betta og dótturin, Jórun

Eisini landsins myndugleikar vóru í føðingardegi, Frá vinstru eru tað Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Elsa Funding, føroya fyrsti kvinnuligi prestur, var eisini prestur í Hvalba, tá ið Betta var í kirkjuráðnum

Nýggi presturin í Hvalba, Hanus Pál Jógvansson, vinstrumegin og Uni Næs, dómpróstur

Betta hevði sonin, Martin, at styðja seg til