Nógv fólk til kappríðing

Nógv fólk vóru møtt upp til kappríðing við Leynavatn leygardagin

Árliga kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag við Leynavatn var leygardagin. 40 ross vóru meldað til, og tað var størsta tilmeldingin í nógv ár. Eisini var fitt av áskoðarunum hendan dagin.


Fyrst var kappast í greinini Skeið. Í hesari greinini vann Knút Lútzen á hestinum Mána. Skeiðkappingina vann Regin Johannesen á Gylling. Trav vann sami Knút, og var tað eisini saman við hestinum Mána.


Tvíspor ung vann Ragnheiður Ólafsdóttir á Brá. Brá hevði næstbestu tíð av øllum hendan dagin. Hjá teimum vaksnu vann Jonita á Plógv Tvíspor ll flokk við Blanku. Fyrsta flokk vann Zacharias R. Jacobsen á hestinum Fúsa.