Sambært lokalum myndugleikum í ukrainska býnum, Butsja, sum liggur í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum Kiev, liggja nógv lík og sløðast í gøtunum, nú russisku herdeildirnar eru farnar.
Myndugleikarnir siga, at út við 300 fólk eru jarðað í hópgravir í dag.
- Vit hava longu jarðað 280 lík í hópgravir í býnum, sigur borgarstjórin, Anatol Fedoruk, við tíðindastovuna AFP. Hann leggur aftrat, at gøturnar í Butsja eru fyltar við líkum.
Ein tíðindamaður hjá AFP, sum er í býnum, sigur, at ein av deyðu monnunum hevði hendurnar bundnar saman við einum toypetti.
- Tað er ikki greitt, hvussu menninir eru deyðir, men í minsta lagi ein teirra hevði eitt stórt sár í høvdinum. At síggja til hava fleiri av líkunum ligið í gøtunum í fleiri dagar, skriva útlendskir miðlar.
Russisku herdeildirnar hava tikið seg aftur úr fleiri økjum kring Kiev, eftir at tað miseydnaðist hjá teimum at kringseta høvuðsstaðin.
Ukrainskir myndugleikar hava boðað frá, at umrøddi býur, Butsja, har líkini eru funnin og grivin í hópgravir, aftur er undir ukrainskum ræði.