Nógv mest menn, sum gera seg inn á børn

- Og rættiliga ofta er tað pápin, sigur Barnahúsið, sum nú hevur virkað í eitt gott ár

Tað eru mest menn, sum gera seg kynsliga inn á børn og ung, og sum annars eru harðligir ímóti teimum.

 

Tað vísa tølini, nú Barnahúsið hevur gjørt virksemi fyri tað fyrsta árið, upp.

 

Barnahúsið hevu virkað síðani 1. januar í fjør, og tað varð stovnað við tí endamálið at viðgera mál, har børn eru fyri kynsligum ágangi, og harðskapi annars

 

Í sambandi við barnavernd, er tað javnan, at mál taka seg upp, sum krevja serligir førleikar, eitt nú mál um harðskap og mál um kynsligan ágang móti børnum og ungfólki.

 

- Tá mugu barnavernd, løgregla og lækni samstarva um málini og endamálið við Barnahúsinum er nettupp at vera ein felags karmur fyri einum slíkum samstarvi

 

Í eini grein her á www.in.fo fyrr í morgun vístu vit á, at Barnahúsið viðgjørdi 29 mál tað fyrsta árið, húsið var til. Av teimum vórðu 20 mál viðgjørd liðugt

 

 

 

Les eisini: Hava viðgjørt 29 mál um harðskap og kynsligan ágang ímóti børnum

 

 

 

Men tølini hjá Barnahúsinum vísa eisini, at tað eru næstan bara menn, sum gera seg inn á børn.

 

Í tí eina førinum eru tvey fólk undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á eitt barn, so tilsamans eru 21 fólk undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á tey børnini í teimum 20 málunum, sum Barnanhúsið viðgjørdi liðugt.

 

Og av teimum, var talan um 18 menn og tríggjar kvinnur. Og talan er um tilkomin fólk, tí 12 av teimum, vóru 31-50 ár og og fimm vóru yvir 50 ár. Hini vóru yngri, og eitt var undir 18 ár.

 

Tað vísir seg eisini, at rættiliga ofta er tað pápin, sum er undir illgruna fyri at gera seg inn á børnini.

 

Av teimum 21 fólkunum, sum vóru undir illgruna fyri at gera seg inn á tey børn, sum komu í Barnahúsið, var tað í sjey førum pápin, sum var undir illgruna. Í tveimum førum var tað mamman, einaferð var tað ein abbi, og tríggjar ferðir var tað onkur annar í familjuni. Men í átta førum vóru tað so heilt onnur, sum vóru undir illgruna.

 

Her er talan um starvsfólk, ið á ymsan hátt hava við børn at gera, onnur børn og ung, umframt fremmandafólk.

 

Sjey av málinum um børn, sum vóru í Barnahúsinum í fjør, vóru um harðskap og trý mál vóru um bæði kynsligum ágangi og øðrum harðskapi. Í fimm av málunum høvdu børnini fingið ein lúsing, ella ein brest, í einum føri var barnið sligið ella sparkað, í einum føri var barnið sligið við einum amboði, í einum føri varð rykt í tað, og og í einum føri hevði sæð harðskap og í einum máli var barnið hótt við harðskapi.

 

Somuleiðis viðgjørdi Barnahúsið 10 mál um kynsligan ágang ímóti børnum, og í trimum førum var, sum sagt, talan um bæði kynsligan ágang og harðskap annars.

 

Av teimum vóru átta mál um annan kynsligan ágang, enn samlega, men tvey snúði seg um samlegu við børn undir 15 ár. Í fýra førum var talan um  blygnaðarskemd, og í einum føri var talan eisini um at myndatøku ella upptøki á film.