Nógv rósti leikurin um Lykkenborg sýndur aftur í oktober

Hóskvøldið 4. august var síðsta sýning av Lykkenborg hjá leikbólkinum Det Ferösche Compagnie á hesum sinni og ikki kann sigast annað, enn at leikurin um miðvingin Pól Jóhannus Poulsen, Lykken, hevur fingið sera góða móttøku.

Ikki færri enn 21 útseldar sýningar hava verið í Listastovuni í Miðvági, og sostatt hava 1050 persónar sæð leikin higartil. Báðir ummælararnir í sendingini í Nón í Kringvarpinum góvu leikinum seks av seks møguligum stjørnum, og harumframt hava aðrir ummælarar givið leikinum sera góð skotsmál. M.a. skrivar Høgni Mohr soleiðis: "Í leikinum um Lykkenborg var [...] kínt fyri øllum lutum. Alt hekk yndisliga saman. Hvør einasti liður var á sama óvikiliga dygdarstigi. At nakar kann gera ein pall so stórslignan við einum einføldum aluminiumskarmi, útlendskum skervi frá Balslev og fýra Maglite-lummalyktum frá løgregluni, er einki minni enn eitt bragd".

 

Og í Dimmu skrivar Trygvi Danielsen: "Sjónleikurin um lívið hjá Pól Jóhannusi Poulsen, eyknevndur Lykken, er av sonnum ein hjartanemandi frásøgn við stórum andsøgnum, sum Det Ferösche Compagnie framførir við lættleika, hegni, stórari empati og tokka fyri gandinum í øðrvísihugsan."

 

##med2##

 

Fleiri áskoðarar hava víst á, at tað er forkunnugt at uppliva leikin í Miðvági, har Lykken og Lykkenborg høvdu heimstað, tí tað setir leikin, søguna og upplivingina í ein veruleikakendan samanhang og øðrvísi frásjón. Ofta hava søgurnar og frásagnirnar um Lykken og Lykkenborg hildið áfram úti í túrinum uttan fyri Listastovuna eftir leikin.

 

Miðvingar og fólk í Vágoynni hava tikið sera væl ímóti leikinum og Det Ferösche Compagnie eru sera takksom fyri góðu móttøkuna og stóru vælvildina úr Miðvági.

 

Vegna stóra áhugan hevur leikbólkurin gjørt av at hava sýningar aftur í oktober, og longu nú eru tríggjar sýningar settar til sølu 4.-6. oktober. Til ber at ogna sær atgongumerki á atgongumerki.fo