Tað stinkar, og ruskið hevur hópað seg upp í smáum heyggjum á gøtunum í Havana, eftir at USA setti stongsil í verk móti oljuveitingunum til Kuba. - Mynd: Norlys Perez/Reuters

Nógv rusk í gøtunum í Havana eftir amerikanskt oljubann

Bert 44 av teimum 106 ruskbilunum í Havana hava koyrt, síðani amerikanska oljubannið varð sett í verk, og tað sæst í býnum.

Tað stinkar, og ruskið hevur hópað seg upp í smáum heyggjum á gøtunum í Havana, eftir at USA setti stongsil í verk móti oljuveitingunum til Kuba. - Mynd: Norlys Perez/Reuters

Rusk er farið at hópa seg upp á gøtunum í kubanska høvuðsstaðnum, Havana, og tað dregur hópin av flugum til sín og elvir til ein stank av rotinum mati.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Ruskið í gøtunum er ein tann mest sjónliga avleiðingin av amerikansku stongslinum móti oljuveitingunum til størstu oynna í Karibia.

Statsliga tíðindarásin Cubadebate skrivaði fyrr í februar, at bert 44 av teimum 106 ruskbilunum í Havana hava kunnað koyrt, síðani amerikanska oljubannið varð sett í verk.

Pappeskjur, brúktir posar og plastfløskur hava hópað seg upp á gøtukrókum. Nakrir íbúgvar hava sorterað burturkastið fyri at vita, um nakað kann endurnýtast.

Bilførarar, gongufólk og súkklarar noyðast at snúgva sær undan høgu bunkarunum.

– Tað er um allan býin, sigur íbúgvin Jose Ramon Cruz.

– Tað eru meira enn tíggju dagar síðani, at ein ruskbilur fór framvið.

Stjórnin á Kuba hevur sett í verk rationeringstiltøk fyri at verja lyklaøki sum heilsuverk, verju og matvøru- og vatnveitingar.

Oljuveitingin hjá landinum er minkað ógvusliga uppá bert tveir mánaðir.

Oljuveitingin varð slitin, eftir at USA stutt eftir ársskiftið hertók fyrrverandi forsetan í Venezuela, Nicolas Maduro. Venezuela og Kuba hava tætt samband, og landið var einaferð størsti veitari av olju hjá Kuba.

USA hevur havt de facto embargo móti Kuba síðani 1960. Embargoið forðar amerikanskum fyritøkum og borgarum í at gera handil við Kuba.

Seinastu mánaðirnar er amerikanska tilgongdin tó vorðin enn harðari, har USA hóttir við tolli og revsitiltøkum móti londum, sum senda veitingar til Kuba.

Eitt russiskt blað skrivaði í síðstu viku, at Russland fyrireikar seg til at senda ráolju og brennievni til Kuba í nærmastu framtíð, men eingin ávísur dagur varð upplýstur.

Amerikanska stjórnin við republikanska Donald Trump á odda hevur sagt, at hon fer at trýsta kommunistisku kubansku stjórnina móti politiskum broytingum.

Aðalskrivarin í ST, António Guterres, er “sera ørkymlaður” um støðuna, segði talsmaður hansara, Stephane Dujarric, við tíðindafólk mánadagin.

Hann legði afturat, at ST arbeiðir saman við kubansku stjórnini fyri at stuðla humanitera arbeiðinum í landinum.

– Aðalskrivarin vil síggja allar partar fara undir samrøðu og virða altjóðarætt aftur, sigur Stephane Dujarric.

 

Ritzau/Reuters

 

Tað stinkar, og ruskið hevur hópað seg upp í smáum heyggjum á gøtunum í Havana, eftir at USA setti stongsil í verk móti oljuveitingunum til Kuba. - Mynd: Norlys Perez/Reuters