Nógv sjálvmorð í Grønlandi

Higartil í ár hava átta fólk í Qaqortoq valt at taka lívið av sær.

Teir seinastu sjey mánaðirnar hava fýra menn og fýra kvinnur í býnum Qaqortoq í Suðurgrønlandi beint fyri sær. Serliga ringt hevur tað verið teir báðar seinastu mánaðirnar, tí tá vóru fýra sjálvmorð í býnum.

 

Hetta er nógv verri enn í fjør, tí tá vóru tvey sjálvmorð í Qaqortoq, sigur grønlenska kringvarpið. Tað er heldur ikki bara í Qaqortoq, at fólk beina fyri sør. Í Narsaq hava tvey sjálvmorð verið í ár.

 

Cecile Jeremiassen, sum er leiðari á familjumiðstøðini í Qaqortoq, dugir ikki at siga, hví sjálvmorðini eru so mong í ár. Hon sigur tó, at sjálvmorð kunnu smitta á tann hátt, at vinir ella skyldfólk hjá einum, sum hevur tikið lívið av sær, kunnu finna upp á tað sama nakað seinni. 

 

-Hetta er tó ikki galdandi í hesum førunum, tí vit duga ikki at síggja, at hesi hava havt nakað við hvør annan at gera. Tí er tað torført at skilja, hví so nógv velja sjálvmorð júst nú, sigur Cecile Jeremiassen við KNR.