Nógv skjótari breiðband frá Vodafone

Annan mánadag skrúvar Vodafone ferðina nógv upp á internetinum hjá privatum brúkarum

Annan mánadag skrúvar Vodafone ferðina nógv upp á internetinum hjá privatum brúkarum.

 

Størstu privatu haldini fara nú at hava upp til 40 Mbit í download og 4 Mbit í upload, og tað er tvær ferðir meira ferð, enn størstu privatubreiðbondini hava í dag.

 

– Við nýggju tøknini kunnu vit bjóða okkara kundum munandi skjótari breiðbandshald og harvið eina nógv betri uppliving, sigur Gudny Langgaard, sum er stjóri í Vodafone.

 

Hon sigur, at tøknin longu er sett upp í flestu størru bygdum og býum, og verður virkin frá 2. november at rokna.

 

Fyri ein kunda, ið frammanundan hevði 10 Mbit í download og 1 Mbit í upload, ber nú til at ferfalda bæði upload og download. Hetta ger upplivingina á internetinum nógv smidligari.

 

Nýggja haldið, sum altso hevur 40 Mbit download og 4 Mbit í upload, kostar 549 krónur um mánaðin.

 

Í løtuni er nýggja breiðbandið tøkt í hesum støðum:

 

Eysturoy: Eiði, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Glyvrar, Norðragøta, Leirvík, Runavík, Saltnes, Skálabotnur, Strendur, Toftir

 

Streymoy: Argir, Hoyvík, Kirkjubøur, Kollafjørður, Tórshavn, Vestmanna

 

Vágar: Bøur, Sandavágur, Vatnsoyrar, 

 

Norðoyggjar: Klaksvík

 

Sandoy: Skálavík

 

Suðuroy: Sandvík, Tvøroyri, Vágur, Øravík