Páll H. Vesturbú, stjóri á FT-net, sigur við in.fo, at tey arbeiða við júst somu tøkni, sum ger tað gjørligt hjá danska TDC at seksfalda breiðbandsorkuna á koparnetinum.
- Vit fylgja væl við í menningini, og í løtuni eru vit í ferð við at leggja tilrættis, hvussu vit kunnu skapa røttu karmarnir, so vit kunnu fáa eitt nógv skjótari net í Føroyum, sigur Páll H. Vesturbú.
Lesið eisini: fleirfaldað breiðbandsferðina
- Sonevndan vectoring-tøknin kann økja ferðina heilt nógv, men fyrst og fremst er neyðugt, at vit fáa tøkniskápini nærri endabrúkaranum. Koparnetið, sum vit hava í Føroyum, er í góðum standi, men avbjóðingin er, at kaðallongdin í nógvum førum er í meira lagi. Tað er hetta, sum vit í løtuni eru í ferð við at betra, soleiðis at fipurnetið hjá okkum kemur nærri endabrúkaranum, sum so fær møguleika fyri hægri ferð, sigur Páll H. Vesturbú, sum tó leggur dent á, at tað er ikki FT-net, sum ger av, nær hægri ferð verður á matarlepanum hjá telefyritøkunum.
- Vit hugsa bert um sjálvt netið, og so hvørt sum vit koma longur út við tøkniskápunum, kunnu alt fleiri kundar fáa hendan møguleikan. Men tað verður upp til telefyritøkurnar at gera av, nær tey bjóða kundunum hetta.
Tað verður tó hvørki í dag ella í morgin, at fleirfalda net-orkan er tøk hjá vanliga føroyinginum.
- Hetta er eitt arbeiði, sum verður gjørt yvir fleiri ár. Her og nú er fokus, at vit í so stóran mun sum gjørligt fáa flutt tøkniskápini nærri endabrúkaranum. Tað vil í fyrsta umfari merkja, at vit hava alt fleiri brúkarar, sum kunnu fáa fult gagn av sínum haldi, sigur stjórin á FT-net.