Tað hevur verið nógv fólk í býnum í nátt, og tað merktist á arbeiðsbyrðuni hjá løgregluni.
Tey siga, at tað hevur verið nógv at gera, men at yvirhøvur hevur talan kortini mest verið um smáttarí.
Fleiri ferðir hevur bardagi ligið í luftini, ella at tað er komið hartil, at fólk eru farin til hendurs, og har løgreglan so hevur lagt upp í, og hevur skilt partarnar og slættað sjógvin aftur,.
Ein maður var kortini so ólátaður, at hann varð skuldsettur fyri at bróta politiviðtøkurnar fyri at elva til ófrið, og tað fær hann nakrar hundrað krónur í bót fyri.
Í Havn varð ein maður tikin í nátt fyri at koyra bil við kenning, hann varð tikin á hjólum, sum tey hjá løgregluni plaga at siga. Tað merkir, at hann var tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni.
Somuleiðis var løgreglan aftur í nátt á gátt hjá teimum ymsu skeinkistøðunum í Havn, og norðanfyri, at kanna um tey høvdu øll viðurskifti ílag, og tað høvdu tey.
Í hesum sambandi verðir kannað eftir, at øll skelting er, sum hon eigur, at tað ikki eru ov nógv fólk inni, og at tey, sum eru inni, hava aldur til at vera har, altso, at tey eru minst 18 ár.
Men har var alt, sum tað átti at vera, sigur løgreglan.