Nógv spennandi í SALT í oktober

Mentanarhúsið á Drelnesi, SALT, hevur forvitnisliga skrá í heyst, og oktober.

 

Frændur, MonkeyRat, Symfoniorkestur, fyrilestur, latín Amerikanskur dansur, talv og sjónleikurin Kom bara inn, eg skal ikki gráta, er m.a. á skránni.

 

Ein av forvitnisligu konsertunum er tá Frændur fara á pall. Tað er eftir hondini ikki so ofta, og er at kalla rár hending.

 

Við góðari manning aftanfyri seg trína Eyðun, Rani og Steintór á pallin saman.

Á bass Johannus á Rógvu, keyboard Kim Hansen og trummur James Olsen.

 

Frændur eru framvegis fólkaogn, og sum teir í Frændum taka til:

 

- Enn skulu søgurnar sigast og sangirnir spælast. Tað er nú vit skulu liva. Ja, syngja og minnast góðar løtur. Frælsi er títt vakra navn. Eg vil liva fyri kærleikan eg fái frá tær. Eg vil elska eg vil syngja. Eg í 80´inum livi. So javnt millum føringar Føroyar. Í einum túni situr hundurin Brúni. Men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð. Tit søgdu noy til trælahald. Ella hvør segði, Minnist tú gildið!?