Nógv stendur upp á spæl hjá Sigfríði og Paula

Felags fyri EB/Streym og Skála er, at úrtøkan seinastu nógvu ferðirnar hevur verið lítil

Úrslitið av grannauppgerðini við Margáir í dag kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri, hvussu tað verður við lívinum hjá EB/Streymi og Skála í bestu deildini.

 

Skála hevur 14 stig og er fýra stig frammanfyri EB/Streym, sum er undir strikuni.

 

Hjá EB/Streymi er Rógvi Egilstoft við í dag. Hann hevur ikki verið við fleiri tær seinastu ferðirnar, tí hann er fluttur av landinum. Fyri EB/Streym er tað smeitur, at miðvallarin Virgar Jónsson er so mikið skaðadarvaður, at hann er á beinkinum.

 

Hjá Skála er Jákup Jakobsen aftur í miðverjuni, eftir at hann hevur verið skaddur. Tað er stórur saknur í álopsspælaranum Maxwell Effiom, sum er skaddur.

 

 

 

EB/Streymur – Skála kl. 15.00

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

EB/Streymur: Jóannes Ey. Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft – Emil Weihe Joensen, Mathias Blårud, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Jens rik Bruhn, Filip Djordjevic, Boubacar Dabo

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen, Atli Djurhuus Petersen – Nicolai Dohn, Emil Rosenborg – Jákup Pauli Frederiksberg, Karl Martin Johansen, Marjus Nón – Ragnar Skála