Nógv stendur upp á spæl í Gundadali

Tað er trýst á HB eftir laka byrjan, og Víkingur skal vinna fulla úrtøku fyri at halda tørn í toppinum

Klokkan fram ímóti átta í kvøld verður tað greitt, um HB framvegis skal roknast millum FM favorittarnar, ella um sigursvanda felagið fyribils skal spæla um plássini aftanfyri tey, sum bera heiðursmerki og altjóða luttøku við sær.

-Tapið ímóti B36 fyri viku síðani var stórt vónbrot. Stóran part av tíðini vóru vit ikki niðurspældir, men tað varð tungt hjá okkum at lyfta okkum aftur, eftir at teir við hepnum máli stutt undan steðginum løgdu seg framum 2-0, og 3-0 málið bar mótbrekku við sær, sum vit ikki megnaðu, sigur vongverjin Jóhan Troest Davidsen, og hann heldur fram:

-Talan er um leikliga framgongd, og hóast tað í løtuni ikki gongur eftir vild, so rokna vit avgjørt við møguleikanum. Kappingarárið er framvegis ungt, og tað ber til at venda gongdini. Tað eru nítjan umfør eftir, so vit hava ikki avskrivað okkum sjálvar, sigur Jóhan Troest Davidsen.

Um tað ikki eydnast at vinna úrtøku ímóti Víkingi og helst fulla úrtøku, so verður fjarstøðan til toppin stór. Tí er aftur hesa ferð talan um seks stiga dyst hjá HB.

Tað haltar framvegis í fremstu røð hjá HB. Arnbjørn Hansen er skaddur, og Pál Mohr Joensen og Andrew av Fløtum dragast eisini við skaðar.

 

Víkingarnir eru á veg til Havnar við stórum sjálvsáliti. Eftir trilvandi byrjan hava teir tvær tær síðstu ferðirnar tryggjað sær luttøku í hálvfinaluni í steypakappingini og 5-1 sigur á toppliðnum NSÍ í landskappingini.

-Spælararnir vísa góðan hugburð, og teir eru raskir. Tað er hugaligt, at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur gingið betri leikliga, og at sjálvsálitið harvið hevur fingið skump rætta vegin, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen.

Ikki minst hevur tað víst seg at hava stóran týdning fyri Víking, at Bárður J. Hansen, sum í fjør var sera eyðsýndur, er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg.

Hans Jørgen Djurhuus er framvegis skaddur.

Í fjør endaðu tveir dystir millum HB og Víking við javnleiki, meðan HB vann ein dyst í Gundadali 2-1.