info
Ongi úrslit

Nógv ungfólk hava ikki ánilsi av hvat pengar er

– Hetta kann verða ein stór vanlukka, heldur løgtingsmaður

Áki Bertholdsen
20. september 2021 kl. 11:54

Nógv av teimum ungu hava ikki peiling av, hvat pengar er fyri nakað. Hetta páhaldið setti Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, fram í Løgtinginum hendan dagin, Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot hjá Tjóðveldi um at gera tað ókeypis hjá fólki at taka pengar úr bankanum. Samstundis verða alsamt fleiri bankadeildir stongdar og sjálvtøkurnar verða alsamt færri.

Erhard Joensen staðfestir, at tað er heilt grundleggjandi, at fólk hava atgongd til kontantar pengar. Tað er ein grundleggjandi rættur, sum Løgtingið eigur at standa saman um at verja, sigur hann.

Hann sigur, at hann tekur ikki undir við tí pengaleysa samfelagnum, sum nógv rópa seg upp á. Verða kontantir pengar burtur úr samfelagnum, kann tað verða ein vanlukka fyri okkara fatan av, hvat pengar er fyri nakað, serliga hjá teimum ungu, sum skulu byrja uppá arbeiðslívið, og stovna familju og keypa hús.

Hann heldur, at bankarnir áttu at gjørt nógv meiri burtur úr at tikið ungfólk inn í bankan at greitt teimum frá, hvussu alt hongur saman við pengum. Hann sigur, at nógv ungfólk vita ikki, hvussu alt hongur saman við pengum, tí tey hava ongantíð lært tað, og tí hava tey heldur onga fatan av, hvat pengar eru fyri nakað.

– Tú fært onga sum helst fatan av, hvat pengar eru fyri nakað við bara at hava eitt gjaldskort í hondini. Tað fært tú bara við at hava pengar í hondini. Tað er rættiliga grundleggjandi at hava skil á pengum, tí øll okkara tilvera grundað á, at vit hava fíggjarligt vit og skil, og hava skil fyri virðið á pengum, sigur løgtingsmaðurin.

Tað læra tey ikki skúlan sigur Erhard Joensen, men hann heldur, at pengar eigur at verða eitt fak í fólkaskúlanum, har børnini læra um fíggjarviðurskifti.

Tí heldur hann eisini, at tað skal vera ókeypis at taka pengar úr bankanum, ella í mesta føri skal tað bara kosta eina súmbolska upphædd upp á eina, ella tvær krónur, nettupp fyri at tryggja fólki rættin til kontantar pengar.

– So kunnu bankar leggja avgjøld á alt møguligt, men ikki á fólk, tá ið tey taka pengar úr bankanum, sigur Erhard Joensen.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir knógvaðu eitt stig á útivølli

3 minuttir síðan
Tíðindi

Finska uttan­ríkis­ráð­frúan hitt­ir Rubio um krígg­ið í Ukraina

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um misnýtslu av vitlíkimyndum

5 tímar síðan
Tíðindi

Formula skal styrkja KT-trygdina hjá Sjúkrahúsverkinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

5 tímar síðan
Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

6 tímar síðan
Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

7 tímar síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette Frederiksen

7 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

8 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona tryggjaði sær sigurin móti dystarenda

8 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann toppdystin - Greiðir sigrar til VÍF og EB

9 tímar síðan