Nógvar landingar á Kósini í dag

Ikki færri enn fimm ísfiskatrolarar hava landað í Klaksvík í dag, tveir við gulllaksi og tríggir við upsa.

Nógv landingarvirksemi hevur verið á Kósini í Klaksvík í dag. Ikki færri enn fimm ísfiskatrolarar hava landað, tveir við gulllaksi og tríggir við upsa. Hetta hevur givið nógv arbeiði til landararnar.

 

Polarhav og Stjørnan vóru fullir undir lúkurnar og høvdu tilsmans 270 tons av gulllaksi. Safir og Smaragd, sum royna eftir upsa, høvdu stívliga 100 tons tilsamans og Grønanes, sum eisini roynir eftir upsa, hevði umleið 50 tons.

 

Heimasíðan hjá Norðlýsinum, sum eisini eigur viðheftu mynd, veit at siga, at upsin verður virkaður á fiskavirkinum Kósini. In.fo kann leggja aftrat, at gulllaksurin helst endar á Tavuni í Leirvík, har hann verður skorin og malin til fars.