Nógvar umsóknir um jólahjálp

Mikukvøldið 2. desember á midnátt er seinasti møguleiki at søkja um jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki.

Í tvey kvøld hevur tað verið møguligt at ringja til Í menniskjum góður tokki, fyri at fáa hjálp við at fylla út umsókn umvegis telefon og av Barnabata lætst frætta, at nógv trýst hevur verið á telefonini, og øll eru ikki sloppin ígjøgnum.

Tí ber til í dag, mikudag 2. desember frá kl. 11 - 13, at ringja á tlf 52 20 11 og fáa umsóknarblaðið fylt út umvegis telefonina.

- 330 umsóknir vóru innkomnar seint í gjárkvøldið og frá undanfarnum árum vita vit, at nógvar umsóknir koma seinasta samdøgrið. Tí verða tað eins nógvar, um ikki fleiri umsóknir í ár, enn undanfarin ár, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Hann heitir á øll, sum eiga eitt oyra at lata um at stuðla jólahjálpini. Tí bert soleiðis fáa vit hjálp teimum hundrað tals børnum, ið hava stóran tørv á eini hjálpandi hond til jóla. Jólahjálpin hevur kontu í peningastovnunum, men eisini ber til at lata eitt oyra umvegis gjaldskort á www.takk.fo.