Nógvar vitjanir síðsta árið

Alsamt fleiri flogfeløg og flogsløg vitja flogvøllin í Vágum.

Í 2011 eydnaðist loksins at leingja um einasta flogvøllin í landinum, Vága Floghavn. Fyri flestu føroyingar, var størsta broytingin helst tann, at tjóðarflogfelagið, Atlantic Airways, keypti nýggj Airbus 319 flogfør at røkja nakrar av farleiðunum hjá felagnum.


Nógv vónaðu tó, at nýggi flogvøllurin og betraðu umstøðurnar at lenda, fóru at hava við sær, at onnur feløg fóru at vísa áhuga fyri Føroya-rutuni og kappast við Atlantic Airways.


Men hóast áhugin hevur verið til staðar, so hevur enn einki felag bjóða Atlantic Airways av í kappingini um føroysku ferðafólkini.


Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, upplýsir fyri in.fo, at tað eru fleiri flogfeløg, ið hava víst áhuga fyri flogvøllinum, síðani hann varð longur í desember 2011, og at bara seinasta árið hava fleiri feløg roynt vøllin. So seint sum í síðstu viku, var eitt flogfar hjá danska felagnum DAT í Føroyum.


Tað at flogfeløg royna vøllin merkir kortini ikki, at tey hava nakrar ætlanir at byrja virksemi í Føroyum. Jákup Sverri Kass kann heldur ikki upplýsa, um nøkur av flogfeløgunum umhugsa at byrja eina rutu til Føroyar, men sigur, at fyri hvørt nýtt flogfar, ið setur seg í Vágum, prógvar flogvøllurin, at hann heldur altjóða støði og megnar alskyns uppgávur.


Millum tey størri flogførini, ið hava vitjað Vága Floghavn í 2015 eru:


- Austrian Airlines við einum Airbus 320
- Bmi regional við einum Embraer ERJ-145
- Estonian við einum Canadair CRJ900
- Estonian við einum Embraer ERJ-170
- Gaspromavia við einum Boeing 737-700
- JET-TIME við einum Boeing 737-3L9
- Nordavia við einum Boeing 737-53C     
- Smartwings við einum Airbus A320-200
- TAROM við einum Boeing 737-700
- DAT við einum MD-83
- DAT við einum MD-87


Harumframt so hava fleiri onnur feløg vitjað við smærri flogførum, harímillum British Airways og Widerøe.