Nógvir bátar fylgjast á Summarfestival

Tað er ikki bert tjaldarar og camparar, ið gista á Summarfestivalinum. Tað eru eisini sera nógvir bátar, sum hava valt at leggja at á Stongunum til festivalin. Ein av hesum bátum er báturin Marita, og tað er Oluffa Joensen úr Gøtu, sum saman við manni sínum er komin á festival við báti.

- Vit eru mong sum kennast væl, og sum sigla alt summarið, so vit liggja øll á somu bátabrúgv á festivalinum í ár, sigur Oluffa.

Bátarnar koma frá øllum landinum, og øll hugna sær óført saman. Øll ganga inn til hvønn annan, so tað eru nógv sum detta inn á gólvi í bátunum, og tí er stemningur sera góður á bátabrúgvunum í kvøld.

Hetta er triðju fer at Oluffa og maður hennara hava bát við á Summarfestivalinum, og tey lata sera væl at.

- Vit hava einaferð campa á Countryfestivalinum, men nú eiga vit bát, so vit hava valt at fara við bát til Summarfestivalarnar, og tað riggar avbera væl, sigur Oluffa.

Oluffa og maður hennara eru næstan altíð á festival, men tað er ikki tónleikurin sum dregur.

- Tað er altíð okkurt sum vit tíma at lurta eftir, men tað kundi verið nógv fleiri og meira fjølbroytt tónleikanøvn, sigur Oluffa, og leggur afturat at tað er meira hugnin og at práta við fólk, sum ger at tey koma aftur á festivalin hvørt ár.