Nógvir biðja farvæl við Margáir

Stuðlarnir á EB/Streyma liðnum spæla fyri síðstu ferð, og venjarin biður eisini farvæl

Tá ið EB/Streymur seinnapartin tekur ímóti KÍ verður talan um finalu hjá felagsliðnum, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið við til at mynda toppin í landskappingini, og sum hevur verið fastur fúsur í steypafinalunum.

Rúni Nolsøe hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram sum venjari við Margáir. Arnbjørn Hansen hevur boðað frá, at nú er skeiðið hjá honum í barndómsfelagnum liðugt. Næsta kappingarár verður hann at síggja í HB troyggjuni. Tað ljóðar eisini fyri vist, at bæði Hans Pauli Samuelsen og Gert Hansen ikki fara at umboða EB/Streym næsta kappingarár. Gert Hansen er langtíðarskaddur, meðan Hans Pauli Samuelsen í 2-0 sigrinum síðsta sunnudag var besti maður á vølli og annar av málskjúttunum.

Hjá KÍ er tað ikki greitt, hvør fer at hava ábyrgdina av liðnum næsta kappingarár. Tað vil siga, at møguleiki er fyri, at dysturin í dag verður tann síðsti hjá Eyðuni Klakstein við róðrið.

Tølini siga, at tað oftast er trupult hjá klaksvíkingum við Margáir. Síðsti KÍ sigurin á útivølli ímóti EB/Streymi var í 2006. Tann dystin minnast tey í EB/Streymi serliga væl. Fyrsta FM heitið var á stokkinum, og EB/Streymur var stórfavorittur á Mølini á Eiði, har Paul Clapson skoraði einasta málið, tá ið KÍ vann 1-0, og so endaði FM heitið hjá HB.

Síðani hevur EB/Streymur spælt heimadystirnar í Streymnesi, og har hevur tað higartil ikki eydnast KÍ at vinna. Fyrr í ár vann EB/Streymur 3-1, og tá var heimaliðið sera væl upplagt. Eisini á heimavølli hevur tað nógvu tey seinastu árini verið sera torført hjá KÍ ímóti EB/Streymi. Fyrr í ár glapp tó, tí tá eydnaðist tað Eyðuni Klakstein og hansara monnum at vinna 3-1.

Hjá KÍ er Ivan Joensen leikbannaður, og tað er ivasamt, um Henry Heinesen verður førur fyri at spæla. Hjá EB/Streymi er Egil á Bø tøkur aftur eftir leikbann. Gert Hansen er framvegis skaddur.