Í gjár var løgreglan á ferð í Eysturoynni við tí endamáli at kanna ferðsluna. Hesa ferð vóru tey við skúlan á Glyvrum og steðgaðu bilum. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi steðgaðu tey eini 150 bilum og har stóð illa til hjá fleiri, tí løgreglan sigur, at 24 bilførarar fingu bót.
Løgreglan sigur, at tríggir bilførarar fingu bót fyri ikki at brúka trygdarbelti átta bilførarar fingu bót tí at teir ikki høvdu koyrikortið uppi á sær. Harafturat fingu 12 bilførarar bót fyri lyktafeilur. Í hesum sambandi er talan um bilar, har meiri enn ein pera var brostin. Og at enda fekk ein bilførari bót tí at tað var so nógv døgg á bakrútinum, at tað ikki sást út ígjøgnum hann.
Umframt teir bilførararnir, sum fingu bót, vóru tað eisini átta aðrir bilførarar, sum fingu átalur fyri smærri brot, tað kann vera ein pera, sum er brostin, ella okkurt annað smáttarí.