Løgreglan hevur havt sítt stríð í nátt, og tey, ið eiga hús og garðir í miðbýnum, sum hava verið fyri herverið av fremmandu fótbóltsfjepparunum við spraymáling, síggja helst fram til at fáa fjeppararnar av aftur landinum sum skjótast eftir dystin ímóti HB í Gundadali nú um eina løtu.
Tað var ein stórur riðil, sum fór úr miðbýnum við kós móti Gundadali, tey sungu og róptu, so tað hoyrdist um allar geilar. Løgreglan fylgdi teimum, bæði frammanfyri og aftan fyri skrúðgonguna, sum fór niðan Niels Finsensgøtu og Hoydalsvegin niðan móti Tórsvølli.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##